Misnýttu nógv í Gundadali

1. DEILD: Felags fyri teir næstbestu hjá HB og FC Suðuroy var, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr málmøguleikum

Bjarti Vitalis Mørk í HB málinum bjargar brotssparki

Tað endaði málleyst, tá ið næstbesta HB liðið og FC Suðuroy tíðliga seinnapartin spældu á ovara vølli í Gundadali.

 

Felags fyri bæði liðini er, at tey stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Undan hesum umfarinum vóru KÍ og FC Suðuroy aftast við 19 stigum, og HB var á áttanda plássi við 21 stigum.

 

Hóast tað endaði málleyst, so var talan um nógv álopsspæl, og tað vóru spentar støður og góðir málmøguleikar í báðum endum. Soleiðis var tað heilt fram til dystarenda. FC Suðuroy hevði fleiri góðar møguleikar at skjóta sigursmálið, og tað var eisini spenningur frammanfyri FC Suðuroy málið fram til kappingarlok.

 

Størsta møguleikan av øllum vann FC Suðuroy, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Jonn Marni Lindenskov varð frldur í HB brotsteiginum, og Petur Reinert bríkslaði fyri brotssparki til FC Suðuroy. Reidar Dahl Joensen royndi úr ellivu metrum, men HB málverjin Bjarti Vitalis Mørk bjargaði ikki serliga góða brotssparkinum.

 

Um eina viku fær FC Suðuroy vitjan av B71, og HB fær vitjan av Víkingi.

 

Bjarti Vitalis Mørk í HB málinum bjargar brotssparki