MiÐeystur
Árni Joensen:
Í einari roynd at forða palestinskum yvirgangsmonnum at søkja at málum í Ísrael hevur stjórnin givið herinum boð um at byrgja allan tann norðara partin av Vestara Áarbakka av.
Men minni enn so allir ísraelsmenn taka undir við hesum politikkinum og vísa á, at Ariel Sharon, forsætis-ráðharri hevur framvegis ikki megnað at halda tað vallyftið um, at tað skal vera trygt at búgva í Ísrael. Tað var hetta lyftið, sum á sinni tryggjaði honum forsætisráðharrasessin.
Sunnudagurin var enn eitt prógv um, at politikkurin er miseydnaður. Tann dagin doyðu tólv fólk í atsóknum, og nú krevur størsta ísraelska blaðið eina frágreiðing frá Sharon. Blaðið nevnir, at tá Ísrael misti tólv hermenn í bardaga í Libanon, læsti táverandi forsætisráðharrin, Menachem Begin, seg inni í húsum sínum.
? Ariel Sharon, maðurin, sum gav okkum tey tómu lyftini um at tryggja frið í okkara heimum, gøtum, skúlum og bussum, læsir seg ikki inni, tí hann skammast ikki. Hann greiðir heldur ikki fólkinum frá sínum gerðum og mistøkum. Hann heldur fram, sum hann er vanur at gera, skrivar Amnon Dankner, blaðstjóri í blaðnum Maariv.
Sum eitt dømi um politikkin hjá stjórnini nevnir blaðið avgerðina at byggja ein trygdarmúr millum Ísrael og Vestara Áarbakka. Blaðið vísir á, at soleiðis sum arbeiðið nú gongur, fer tað at taka 40 ár at byggja múrin.
Tikið bumbumenn
? Vit hava avbyrgt alt Samaria. Eingin sleppur inn hagar, og eingin sleppur út haðani, segði Benyamin Ben-Eliezer, verjumálaráðharri mánadagin. Hetta merkir, at palestinararnir sleppa ikki at ferðast millum býir so sum Nablus, Jenin, Qalqilya, Tulkarem og Ramallah. Samstundis er syðri partur av Gaza-geiranum avbyrgdur.
Benyamin Ben-Eliezer upplýsti samstundis, at ísraelski herurin hevur tikið 140 palestinar, sum høvdu sagt seg vera sinnaðar at fara til Ísraels sum sjálvmorðsbumbumenn.
Verjumálaráðharrin fanst at teimum, sum siga, at trygdarpolitikkurin hjá stjórnini er miseydnaður. Hann segði, at trygdardeildirnar hava forðað fyri 90 prosentum av teimum yvirgangsatsóknunum, sum palestinar høvdu ætlað at fremja.
Krevur afturtøku
Samstundis krevur ST-aðalfundurin, sum Ísrael skal taka seg aftur av teimum hersettu palestinsku økjunum beinanvegin, soleiðis at markið verður tað, sum tað var, áðrenn ófriðurin brast á í september í 2000.
114 limalond atkvøddu fyri kravinum, fýra lond atkvøddu ímóti, og ellivu atkvøddu ikki.
Tað vóru ES og palestinska umboðið, sum orðaðu uppskotið. Orðaljóðið var ikki so hvast, sum tað mangan hevur verið, tá tað snýr seg um Ísrael, men úr New Yortk verður sagt, at palestinar mæltu til eitt veikari orðalag fyri at fáa sum flerst lond at atkvøða fyri kravinum.