Misnøgdir pílagrímar myrdu ráðharra

Afghanskir pílagrímar vóru so uppøstir av at bíða eftir einum flogfari, at teir myrdu ráðharran í samferðslumálum

Teir umleið 1.000 pílagrímarnir hava sitið í floghavnini í Kabul seinastu dagarnar og bíðað eftir einum flogfari, sum skuldi flyta teir til heilaga býin Mekka í Saudiarabia.
Hósdagin bar ikki beinari á, enn at samferðslumálaráðharrin Abdul Rahman kom í floghavnina. Hann skuldi við einum flogfari til India, men pílagrímarnir vildu vera við, at ráðharrin hevði lagt hald á tað flogfarið, sum skuldi flyta teir til Mekka. Pílagrímarnir kringsettu ráðharran, og hóast lívverjarnir royndu at verja hann, fingu teir einki gjørt. Tám avtornaði, lá Abdul Rahman deyður á vøllinum.
Eygleiðarar í Kabul siga, at tilburðurin í floghavnini er eitt týðiligt tekin um, hvussu ótrygg viðurskiftini í Afghanmistan eru. Løgreglan var á staðnum, men fekk ikki forðað tí, sum hendi, og tað ljóðar, at menn altjóða friðarherdeildini eisini vóru har, men at teir heldur ikki fiongu forðað morðinum.