Misnøgd við Kassamiðstøðina

Broytingar hjá Kassamiðstøðin koma útjaðaranum illa við. Eitt nú verður miðstøðin í Klakksvík niðurløgd, og goymslan í Vági umskipað. -Kassamiðstøðin á Toftum, sum upprunaliga varð stovnað at gera tað møguligt at hava fiskin í standardiseraðum íløtum og harvið møguligt at flyta fisk kring landið til einsháttaðan prís, skiftir nú kós. Frá at vera miðstøð fyri virksemi kring landið, er ætlanin at prioritera tey, sum virka nærri miðstaðarøkinum.

Tað skrivar Suðuroyarportalurin. Víst verður á, at Kassamiðstøðin hevur boðað frá, at gjøldini nú verða meir spesialiseraði, soleiðis at tað kollektiva gjaldið fyri kassar verður avtikið.

-Fyri útjaðaran verður tað sjálvandi ein peningaligur smeitur. Kassamiðstøðin í Klakksvík verður niðurløgd og goymslan í Vági umskipað. Upprunasetningurin um miðstøðina er sleptur, og at landa sín fisk í Suðuroy enn einaferð vorðið dýrari. Tí í síðsta enda er tað fiskurin sum tekur útreiðslurnar, skrivar Suðuroyarportalurin og leggur afturat, at hjá teimum, sum fáast við fisk, er hetta enn eitt dømi um framferð, har miðstøð nú verður sett ájavnt við miðsavnan.