Misnøgd við Cameron

Í dag byrjar tann ársligi landsfundurin hjá konservativa flokkinum í Bretlandi, men sambært nýggjum meiningakanningum hevur fundurin ikki so nógv at fegnast um.

Ein kanning hjá Sunday Times vísir, at hevði parlamentsval verið í dag, hevði tann konservativi flokkurin fingið 31 prosent av atkvøðunum, meðan arbeiðaraflokkurin hevði fingið 45 prosent.

Í einari kanning, sum blaðið Observer hevur gjørt, sæst, at 50 prosent av teimum spurdu vænta sær ikki nógv av David Cameron, forsætisráðharra. 35 prosent halda, at flokkurin eigur av velja London-borgarstjóran, Boris Johnson, til nýggjan formann, og 25 prosent vilja hava William Hague, uttanríkisráðharra til forman.