Misnøgd við Blair

Elizabeth drotning er eftir øllum at døma ikki nøgd við Tony Blair, forsætisráðharra.

Ein kelda í hóvinum hjá drotningini sigur við blaðið Daily Express, at drotningin heldur seg ikki fáa nóg mikið at vita frá forsætisráðharranum, og at hon tí hevur samband við aðrar ráðharrar, so hon kann fylgja við. Sambært kelduni er Tony Blair tann forsætisráðharrin, sum hevur víst drotningini ta minstu virðingina tey 50 árini, hon hevur sitið á trúnuni.

Eitt nú skal drotningin vera misnøgd við, at Blair hevur hildið hana uttanfyri fleiri týðandi avgerðir. Millum annað skal hann ikki hava kunnað drotningina um avgerðina at halda fólkaatkvøðu um ta nýggju ES-grundlógina, skrivar Daily Express