Misnøgd við avgerðina hjá Faroe Ship

-Avgerðin at gevast við at sigla upp á Klaksvík vísir, hvussu einoygt leiðslan í Faroe Ship hugsar, sigur varaborharstjórin í Klaksvík. Varaborgarstjórin í Klaksvík, Jákup Mikkelsen, sera ónøgdur við avgerðina hjá Faroe Ship at gevast við at sigla á Klaksvík.

-Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt stórar íløgur í góðshavnina í Ánunum, sum fleiri meta vera ta bestu havnina í Føroyum. Harafturat verða íløgur gjørdar í frysti- og pakkhús á økinum, og tí skilji eg als ikki avgerðina um at gevast at sigla á Klaksvík, sigur Jákup Mikkelsen við Norðlýsið. Og hann heldur lítið um grundgevingina hjá reiðarínum.

-Grundgevingin, at tað nú er skjótari at koyra til Klaksvíkar, síðan undirsjóartunnilin kom, vísir bert hvussu einoygt hugsan liggur aftanfyri. Tí tað er sjálvandi líka skjótt at koyra úr Havn til Klaksvíkar, sum at koyra úr Klaksvík til Havnar, sigur varaborgarstjórin.