Sambært tiðindastovuni Reuter hevur tað vakt øsing í Føroyum, at danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, longu fær frágreiðingina klokkan 08.00 fríggjamorgunin.
Jóhannes Martin Olsen, fólkatingsmaður, sigur við Reuter, at tað er skeivt, at danska stjórnin fær frágreiðingina, so langa tíð áðrenn Føroya landsstýri.
- Rættast var, um danska stjórnin ikki fekk frágreiðingina, fyrr enn hon trygt var komin til Føroya.
Jóhannes Martin Olsen heldur, at frágreiðingin skal sendast til Føroya í einari innsiglaðari bingju, so at vissa er fyri, at ikki annar parturin fær fyrimun fram um hin.
- Tað hava frammanundan verið nóg nógvar misskiljingar í samstarvinum millum Føroyar og Danmark. Vit hava ikki brúk fyri fleiri.
Orsøkin til, at Jóhannes Martin Olsen er eitt sindur bangin um frágreiðingin kemur fram, er sjálvsagt veðrið. Hann sigur:
- Verða ring floglíkindir í Føroyum í morgin, so er vandi fyri, at enn størri mismunur verður gjørdur. Tað kann enda við, at danska stjórnin fær ein tíðarfyrimun, uppá eitt ella tvey samdøgur.
- Hetta er ringasta ársins tíð, tá vit tosað um veðrið, og tað er ongin trygd fyri, at flogfari kann seta seg. Veðurvánirnar fyri í morgin eru heldur ikki tær bestu.
Sambært Veðurstovuni hjá DMI í Keypmannahavn hava vit útlit til strúkan vind og kavaæl í morgin.
Reuter skrivar at enda, at verður veðrið orsøkin til, at frágreiðingin ikki kemur rættsatundis til landið, so verður almannakunngerðingin í Keypmannahavn útsett samsvarandi.