Mismæltur forsætisráðharri

Kinesiski forsætisráðharrin, Zhu Rongji, var av sonnum mismæltur, tá hann helt sína seinastu røðu á landsfundinum hjá kommunistaflokkinum mikudagin.
Tað var í tí partinum av røðuni, sum snúði seg um samstarvsmøguleikarnar millum Kina og Taiwan, sum kinesiska leiðslan framvegis roknar sum ein part av ríkinum, at Rongji var mismæltur.
- Vit eiga at bøta um møguleikarnar hjá fólki í teimum báðum londunum at vitja hvør annan, segði Rongji, men skundaði sær at skoyta orðini "báðu megin Taiwan-sundið" upp í setningin. Taiwanski forsetin, Chen, segði í august í fjør, at Kina og Taiwan eru tvey sjálvsstøðug lond. Hesi orðini fullu ikki í góða jørð í Beijing og elvdu alt fyri eitt til spenning millum tær báðar stjórnirnar.