Eisini skúlaráðsval hevur verið í gjár, og í høllini á Hálsi telja tey eisini atkvøður.
Skúlin í Hoyvík og Eysturskúlin hava havt heldur lakari valluttøku enn til seinasta val, meðan Kommunuskúlin, Venjingarskúlin, St. Frants skúli og Skúlin við Løgmannabreyt hava havt heldur størri valluttøku hesaferð.
Annars er áhugin fyri skúlaráðsvali ikki tann heilt stóri, og størsta valluttøka lá um 55%.
Annars lá valluttøkan á flestu skúlin millum 40% og 45%.