Sjey partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, og skipin koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er einki serligur. Umframt hesi sjey pørini, sum fiska upsa, fiska trý pør gulllaks.
Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks, og tríggir fiska svartkalva. Onkur av djúpvatnstrolarunum landar síðst í næstu viku, og onkur landar í aðru viku.
Tveir trolbátar fiska tosk og hýsu og fáa eisini nakað av upsa og flatfiski. Haraftrat eru fimm trolbátar á landliðini. Teir fáa mest av toski og flatfiski.
- Fiskiskapurin hjá trolbátunum er væl brúkiligur, og bátarnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, verður lagt aftrat.
Tey trý garnaskipini, sum eru til fiskiskap eftir svartkalva, hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi koma hesi skipini inn at landa í næstu viku.