Í døgunum, 17.-22. oktober, var havrannsóknarskipið, Magnus Heinason á Mýlingsgrunninum, Mykinesgrunninum og á leiðini vestanfyri Suðuroynna og merkti toskar. Fimm fólk vóru við skipinum á hesum túrinum fyri Fiskirannsóknarstovuna, og Petur Steingrund, fiskifrøðingur, var kanningarleiðari.
Petur sigur, at tey miðjaðu eftir at merkja í minsta lagi 300 toskar á nevndu trimum økjunum, og hetta eydnaðist fyri Mýlingsgrunnin og økið vestanfyri Suðuroynna, men ikki á Mykinesgrunninum.
Lítil vøkstur
Fiskifrøðingurin vísir á, at Magnus Heinason fekk seks toskar aftur, sum vórðu merktir fyri einum ári síðan. Vøksturin í hesum tíðarskeiði hevur verið lítil, nevniliga millum 0-6 semtimetrar, og toskurin hevði bert flutt seg millum ein og tríggjar fjórðingar í eitt ár.
- Vit fluttu 96 toskar úr økinum vestan fyri Suðuroynna til Mýlingsgrunnin og 124 toskar øvutan veg. Sum nakað nýtt, fluttu vit eisini 120 toskar úr økinum vestan fyri Suðuroynna og inn á Skálafjørðin. Hesir vórðu sleptir aftur útfyri Toftabygd.
Petur sigur, at Magnus Heinason fekk fleiri merktar toskar aftur á
túrinum og teir, sum vórðu merktir hendan túrin og vóru livandi, vórðu sleptir útaftur. Hinir vórðu skrásettir sum vanligt.
- Vit máldu longd og vekt á toski, sum ikki varð merktur - 67 toskar av Mýlingsgrunninum, 110 av Mykinesgrunninum og 103 av leiðini vestanfyri Suðuroynna.
Fiskifrøðingurin sigur, at tann smái toskurin, sum liggur millum 40 og 55 cm., var væl fyri, meðan tann størri, sum liggur millum 60 og 80 cm., var rak. Teir størstu toskarnir millum 90 og 125 cm. vóru tó eisini væl fyri.
Á hesum merkingartúrinum við Magnusi Heinasyni tóku tey 60 umleið tríára gamlar toskar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
Gongdin á túrinum
Um túrin annars, sigur Petur Steingrund, at tey fóru av Havnini eftir midnátt, fríggjanáttina, 17. oktober.
- Vit byrjaðu á Mýlingsgrunninum og fóru síðan á Mykinesgrunnin. Har gekk striltið at merkja, og vit fóru tí inn í Vágahavið, tá ið vit høvdu merkt stívliga 200 toskar við ?floymerkjum? og 4 toskar við goymslumerkjum. Í Vágahavinum og Sandshavinum vóru nógvir línubátar, og tí fóru vit til økið vestanfyri Suðuroynna. Har gekst eisini striltið at merkja, og vit fluttu 96 toskar norður á Mýlingsgrunnin, áðrenn vit høvdu fingið merkt 300 toskar vestanfyri Suðuroynna.
Petur sigur, at tað gekst væl at fáa fylt uppí kørini á Mýlingsgrunninum.
Hann vísir á, at 21. oktober slapp Magnus Heinason framat økinum vestur úr Nípubakkanum, sum er norðarliga á Suðuroynni.
- Her var meira at fáa, og vit komu uppá tilsamans 547 merktar toskar vestanfyri Suðuroynna. Síðan fyltu vit kørini við toski og settu teir út útfyri bygdini á Toftum. Magnus Heinason landaði á Fiskamarknaði Føroya, mikumorgunin, 22. oktober.
Ferðingarmynstur
Petur Steingrund sigur, at endamálið við túrinum var at kanna ferðingarmynstrið hjá toski á føroyska landgrunninum.
Sum tíðin gongur, verður spennandi at síggja, hvussu toskurin ferðast ? ella, hvussu støðugur hann er.
Nógv var frammi um hesi viðurskifti fyrst í nítiárunum, tá ið toskurin hvarv, men fá ár seinni fekst aftur í størri nøgdum enn nakrantíð.
At enda kunnu vit nevna, at lutakast verður í Klaksvík, 29. oktober, millum innsend fiskamerkir. Vinningurin er kr. 10.000.