Ummælini av framførsluni hjá Alphabeat á Roskilde Festivalinum eru sera misjøvn. Alphabeat spælur á Summarfestivalinum í komandi mánaði - Alphabeat spældi ikki væl. Tað riggaði als ikki. Sangararnir Anders SG og Stine Bramsen sungu rætt og reint, men góvu ikki sangunum nakað. Hittini, sum vit kenna, vóru beinleiðis vánalig. Sjáldan havi eg sæð eina so vælupplagda áskoðarafjøld undan eini konsert, og tað eigur at vera torført fyri seks luttakar at oyðileggja alt.
Ummælarin Kristian Leth leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann lýsir konsertina hjá Alphabeat á Roskilde Festvalinum. Hann gevur eina stjørnu av seks møguligum, og sjálvur er hann týðiliga misnøgdur við framførsluna.
Fleiri kjakarar á heimasíðuni hjá DR taka undir við ummælingini hjá Leth. Gaffa, BT og Jyllands Posten eru hinvegin á einum máli um, at framførslan hjá Alphabeat var á eini góðari leið.
Alphabeat er millum høvuðsnøvnini á Summarfestivalinum, sum verður í komandi mánaði.










