Tilmælini
Nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur fingið tilmælini um fiskidagar fyri komandi fiskiár, er greitt, at hesi eins og undanfarin ár liggja langt frá hvørjum øðrum.
ICES og Fiskirannsóknarstovan mæla til stórar skerjingar í fiskidøgunum eftir ávikavist toski, hýsu og upsa, og sambært tilmælunum hjá Fiskirannsóknarstovuni skulu hesar skerjingar serliga ganga útyvir húkaflotan, sum er útróðrarflotin og línuflotin.
Fiskidaganevndin mælir hinvegin til óbroyttar fiskidagar burtursæð frá fiskidøgunum eftir toski á Føroya Banka, sum hon mælir til verða skerdir við 10%.
Vinnulívið í Føroyum, sum hevur havt íslendska fiskifrøðingin, Jón Kristjánsson til hjálpar, heldur, at vit skulu venda aftur til grundarlagið, sum lá til grunds fyri fiskidagaskipanini og møguliga hækka talið av fiskidøgum.