Misjøvn byrjan hjá Mørkøre

Kurt Mørkøre var, eftir nøkur ár í útlegd í Noregi, aftur í Føroyum og føroyskum fótbólti í farna kappingarárið

Leingi var líkt til, at hann skuldi vinna B36 upp aftur á ovastu rók í Formuladeildini, men fyrrverandi landsliðsleikarin stóð eftir við einum bronsuheiðursmerki, tá avtornaði. Kurt Mørkøre skal í hesum kappingarárinum standa á odda fyri norska Elnesvågen, sum spælur í triðbestu deildini í Noregi. Hetta er í økinum Nordmøre/Romsdal. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis hjá klaksvíkinginum, men eftir úrslitunum í venjingardystunum at døma hevur ikki gingið serliga væl. Liðið hevur tapt allar fýra dystirnar, sum higartil eru leiktir. Triðbesta deildin í Noregi fer aftur av bakkastokki tann 21. apríl, og Elnesvågen skal royna at lyfta seg avgerandi fetið frá triðja plássinum, sum liðið endaði á í fjør.