Heilsumyndugleikarnir í irakska býnum Fallujah siga, at nógv børn har verða fødd við ymsum likamligum frávikum. Myndugleikarnir hava illgruna um, at hetta hevur samband við, at í einum álopi á býin fyri seks árum síðani brúkti amerikanski herurin hvítt fosfor og spreingiløðingar við urani.
Ein irakskur lækni sigur við danska TV2, at læknarnir síggja tveir ella tríggjar tilburðir um dagin, og at myndugleikarnir nú ráða kvinnum í býnum frá at fáa sær børn.
Amerikanska herleiðslan sigur, at hon tekur skuldsetingina í álvara, men at hon ikki er prógvað.