Moralur
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Vit liva í eini moralskari tíð við eini ørgrynnu av góðum søkum at velja ímillum. Vit skulu hugsa grønt, liva sunnari, dálkað minni, spara orku og lata mánaðarligan stuðul til Amnesty, bert fyri at taka nøkur fá dømir. Og vit skulu gera tað fyri mannaættina, framtíðina, jørðina og komandi ættarlið, eru nøkur av boðunum. Men ábendingar eru um, at hesi boðini ikki rína við hjá so nógvum, sum ynskiligt var. Og fleiri orsøkir munnu vera til tað; kanska er talan um eitt »information overload«, ella eru vit bara selektiv, sjálvsøkin og stuttskygd?
Politiska heimssamstarvið fyri at minka CO2 útlátið er eitt dømi um eina kampanju, ið líðir av, at fólk hugsa stuttskygt – í hvussu er tá pengapungurin ikki hevur tað gott. »Vit skulu bjarga jørðini fyri komandi ættarlið« er kanska heldur abstrakt fyri summi, tá tey sjálvi ikki hava ráð til breyð í gerandisdegnum. Granskarar eru tí farnir at sýna okkara selektiva morali stóran áhuga. Spurt verður um júst hvørjar umstøður skulu til, fyri at broyta okkara atferð, og fáa okkum at gera eftir moralskum boðum? At gera tað »rætta«.
Tá fólk bara eru tøl
Rationelt sæð vita flestu okkara, at heimurin líðir. Og vita vita væl, at vit kundu gjørt nógv meir enn vit gera. Men tey sum arbeiða millum neyðstødd vita hvussu avbjóðandi tað kann vera, at fáa onnur at stuðla sínari søk. Og kanningar geva nú ábendingar um, júst hví tað kann vera so torført, at fáa fólk at hjálpa fremmandum neyðstøddum. Eitt nú er staðfest, at fólk eru meiri sinnaði at hjálpa einum einstøkum persóni, enn um talan er um eitt stórt tal av persónum.
Í einari kanning fingu luttakarar sýnda mynd av einum einstøkum svøltandi barnið, við navni og einari greiðari fatan av samleikanum hjá barninum. Samstundis vóru luttakarar spurdir, hvussu nógv teir vóru sinnaðir at lata, tá tað snúði seg um túsundtals svøltandi børn í eystara partinum av Afrika. Kanningin avdúkaði, at luttakarar vóru sinnaðir at lata 2,5 dollarar tá tað snúði seg um einstaka barnið á myndini og bert 1,5 dollara tá tað snúði seg um mongu børnini. Ein skuldi kanska annars hildið, at tað var meiri týdningarmikið at hjálpa mongum enn einum.
Granskarar hava rópt heldur ræðandi fyribrigdi fyri hagfrøðiliga líkasælu. Tøl siga okkum ikki tað sama sum persónar. Heilagranskarar vísa á, at okkara heili einfalt er gjørdur til at hava samkenslu við persónum og ikki tølum. Tað hjálpir at seta eitt andlit á. Hjálparátøk neyðstøddum at frama, hava lært av hesum, og eru í nógv størri mun farnar at nýta persónar sum dømir í sínum samskifti, heldur enn at ramsa stór tøl upp.
Hví ert tú ikki grønari?
Er torført at fáa okkum at hava samkenslu við øðrum fólkum, er kanska uppaftur torførari at fáa okkum at hava samkenslu við umhvørvinum og náttúruni. Ímeðan tey flestu t.d. ásanna, at veðurlagsbroytingar eru ein týðandi avbjóðing, er avmarkað hvussu stór stig tey sjálvi taka fyri at basa trupuleikanum.
Ein frágreiðing frá American Psychological Association avdúkar, at mong hava lyndi til ikki at síggja veðurlagsbroytingar sum nakra nærverandi hóttan í mun til t.d. dálking í nærumhvørvinum. Og nógvar orsøkir eru til líkasæluna. Frágreiðingin vísir á, at fólk ofta samanbera sína egnu atferð við hana hjá øðrum, og soleiðis rættvísgera egna atferð – um flest onnur ikki spara uppá orku ella byggja minni hús, hví skuldi eg so? Ein onnur týðandi orsøk er støddin av veðurlagsbroytingunum – talan er um ein so ovurhondsstóran trupuleika, at atferðin hjá mær ikki hevur nakra veruliga ávirkan.
Umhvørvisblaðið The Ecologist hevur víst á, at stig eru tikin til at brúka sálarfrøði til at broyta aferðina hjá einstaklingum í mun til umhvørvið. Eitt nú vísa kanningar, at tað er meiri sannlíkt at fólk spara orku við tólum, ið vísa júst hvussu nógv tey spara við at skrúða nýtsluna niður. Her ber til at brúka persónliga sjálvsøkni konstruktivt fyri at bjarga umhvørvinum.
Ein annar háttur er, sambært blaðnum, at bjóða fólkum sjálvi at koma við hugskotum um hvussu vit kunnu spara orku. Á tann hátt slepst undan, at fólk kenna umhvørvisboðskapin sum moralsk boð frá myndugleikum oman fyri tey. Tey flestu vilja sleppa undan at vera tikin av ræði við moralserandi betrivitan. Eitt dømi úr Føroyum er átakið við CO2 manninum, ið vendi sær til børn og ung, har tey sjálvi fingu høvið til at koma við sparihugskotum.
Tú skuldi broytt lívsstíl
Títt likam er eitt tempul og tú hevur skyldu til at fara væl við egnari heilsu. Tú skalt eta sunt, skera feitt og sukur burtur, íðka ítrótt dagliga og ikki roykja ella drekka. Vit hava Fólkaheilsuráð, heilsudagar, heilsumiðstøðir osfv. Tað snýr seg um okkara lívsstíl sum heild, eru boðini.
Men heilsuboðskapurin hevur avmarkaða ávirkan. Hollendski Reint-Jan Renes, ið er professari í heilsusamskifti, hevur í einari tíðargrein víst á, at heilsuátøkini yvirmeta okkara rationalitet og sjálvstøðugleika. Tí hóast vit rationelt væl vita hvat er gott fyri okkum, eru vit einfalt eisini dovin av nátúr. Og tá umstøðurnar ikki eru til at hugsa kritiskt og viga møguleikarnar, taka vit oftast skeivar avgerðir.
Umhvørvið tekur ikki hædd fyri hesum heldur lítið virda parti av okkum. Vit eru umgyrd av elevatorum, ið gera tað lætt at sleppa undan at ganga, og matstovum, ið sum heild seta ósunna matin ovast. Við øðrum orðum er ov lætt at velja tað ósunna, er boðskapurin.
Átøkini ímóti royking á almennum støðum hava tó tikið dovnu síðuna í álvara. Ikki ber til longur at festa sær í har tú ert. Treytin er, at tú førkar teg, helst ein góðan tein, áðrenn tú kanst njóta sigarettina. Hollendski granskarin vísir á, at átkið ber við sær, at roykingin tískil ikki longur gerst nátúrliga valið, tí hon krevur ein eyka innsats. Tí er ikki líka lætt at vera dovin roykjari longur.
Selektivur moralur
Tá tað snýr seg um boð um at broyta lívsstíl og moral hevur grindadrápið sett Føroyar á heimskortið. Siðvenjan hevur leingi verið undir trýsti bæði frá egnum heilsumyndugleikum og stórum pørtum av umheiminum. Men lítið sýnist rína við – enn í hvussu er. Og tó: kvinnur í burðardyggum aldri sýnast hava tikið við boðum. Her talar normurin um at verja egin børn fyri søkini um at halda uppat at eta grind. Og júst hetta váttar kanska okkara moralska selektivitet: At til tess at broyta moral, er oftast neyðugt at taka onnur atlit, enn bert einstøku moralsku søkina, inn í myndina.
Snildir politiskir spinndoktarar vita eisini, at fyri at tryggja politikarum, flokkum ella felagskapum vald, er neyðugt at tríva í mál sum almenningurin er vorðin tilvitaður um – mál ið longu eru vorðin moraliseraði, viðkomandi og heit í kjakinum. Pessimistiska niðurstøðan kann tí vera, at politikkur ofta snýr seg um at vátta tað sum ein meiriluti í samfelagnum longu heldur vera týðandi – heldur enn at broyta ella flyta samfelagskjakið. Snildir politikarar »finna« røttu málini at profilera seg við. Tað er helst orsøkin til, at so lítið hoyrist um t.d. veðurlagsbroytingar og orkusparingar í løtuni. Tær eru nógvum veljarum rættuliga óviðkomandi nú búskaparkreppa og arbeiðsloysi standa ovast á breddanum. Men tær koma kanska afturíaftur í betri tíðum.