Miseydnað roynd at rógva til Hetlands

Leygardagin fór kappróðrarbáturin Norðingur úr Hvannasundi. Umborð vóru níggju treystir menn, má sigast, tí ætlanin var at rógva úr Føroyum til Hetlands. Onki hevur verið gjørt burtur úr hesum, tí menn vistu frammanundan, at møguleikarnir fyri at megna tað, vóru avmarkaðir hesa ársins tíð

Klaksvík:
Ætlanin um at fara at rógva niður til Hetlands kom spakuliga fram í kappróðrarneystinum í Klaksvík fyrr í summar. Menn tosaðu nógv um tað, men teir gjørdu ikki nógv burtur úr tí. Tí at teir vistu ikki, hvussu tað fór at ganga.
Men so leygadagin vóru allar fyrireikingarnar lidnar, og Norðingur kundi so fara úr Hvannasundi. Við teimum sigldi Jógvan S.
Tað gekk gott um dagin. Teir høvdu eitt lítið viðrák, og báturin gekk við hampuligari ferð. Men seinni út á kvøldið fingu teir mótvind. Og hetta helt á alt kvøldið, náttina og morgunin við.
Tá byrjaðu menn at tosa um, hvussu longi kreftir fóru at vera til tað, so teir ringdu umborð á Jógvan S og bóðu teir kanna veðurtíðindini.
Boð komu aftur av Jógvan S um, at hann møguliga fór at minka vindin, men lotið í móti fór at standa við. Teir róðu so aftur ein tein, men so komu aftur boð frá Jógvani S um, at hann fór at fara yvir í landsynning. Og tað merkti beint í móti, og so gjørdu teir av at gevast.
? Vit vistu tá, at vit fóru at orka tað í eina nátt afturat, men um tað fór at blíva við í fleiri dagar, so var spurningurin, hvussu longi kreftirnar fóru at halda til tað, sigur Fróði Waag, sum er ein av teimum níggju.
Hann sigur, at teir satsaðu upp á at fáa viðrák meginpartin av teininum. Og soleiðis hevði tað eisini sæð út, men so broyttust veðurlíkindini, og gjørt var av at gevast.
? Tað var ongantíð vandi á ferð ella nakað. Og veðrið var gott, so tað einasta, sum vit høvdu ímóti okkum var hesin ólukku mótvindurin, sum terir so nógv upp á kreftirnar, sigur hann.
Hann greiðir frá, at við viðvindi, høvdu teir væntað, at túrurin fór at taka umleið fýra ella fimm dagar. Men í mótvindi kundi tað lættliga blíva til einar átta ella níggju.

Royna aftur
Menn hava tó ikki mist mótið av hesum. Fróði sigur, at teir hava ætlanir um at royna aftur. Men tað verður so ikki í ár.
? Møguliga komandi summar. Tað liggur so í øllum førum í luftini, sigur Fróði. Hann heldur ikki, at tað var ov langt útliðið í ár.
? Vit høvdu ikki gjørt hetta, um vit hildu tað, sigur hann, men ásannar tó, at møguleikarnir fyri longri tíðarskeiði við góðum veðri er nógv betur á sumri.
Hann sigur, at teir nú eisini eru betur fyrireikaðir til eina aðru ferð. Hava fingið eina vitan, sum teir ikki høvdu frammanundan um so at siga øll viðurskiftini viðvíkjandi einum tílíkum túri.
Fróði sigur at enda, at hetta er nakað, sum teir hava tosað um so at siga á hvørjum ári, meðan hann hevur róð. Tað er ikki nakað beinleiðis endamál við túrinum, uttan at teir sjálvir fáa nakað burturúr.
? Men vit hava fingið stuðul hesuferð upp á ymsar mátar, og tað eru vit sera takksamir fyri. Serliga fyri at Jógvan Lützen lagaði tað soleiðis til, at Jógvan S kundi sigla við okkum, tí uttan hann hevði henda royndin uttan iva verið av ongum, sigur Fróði Waag.