Hetta var fyrsta privata royndin at seta seg á mánanum.
Hósdagurin í dag skuldi vera dagurin, har Ísrael gjørdist 4. landið, ið setir rúmdarfar á mánanum. Men ferðin miseydnaðist og ikki gekk alt eftir bókini. Reuters skrivar, at ferðin miseydnaðist í kvøld. Rúmdarfarið Beresheet fekk tøkniligar trupulleikar, og lendingin kundi ikki gjøgnumførast.
Ísrael upplýsir, at farið helst er sera illa farið, tá tað skuldi seta seg, og alt ikki gekk eftir vild.
Ísraelski forsetin Netanyahu var til staðar í stýrirúminum á jørðini, har fólk vóru fyrireikaði uppá, at hetta fór at henda í veitslulag. Forsetin hevur viðmerkt, at fyrstuferð eydnaðist ikki, men at roynt verður aftur.
Rúmdarfarið er hitt fyrsta av sínum slag, ið ikki er alment sent av stað. Aftanfyri ætlanina eru ísraelski rúmdarfelagsskapurin SpacelL og flogframleiðarin Israel Aerospace Industries.
Kina setti í januar eitt rúmdarfar á mánan, og innan tað hava USA og fyrrverandi Sovjetsamveldið vitjað á mánanum. Innan lendingina í kvøld væntaðu fleiri, at India gjørdist 4. landið, ið setti seg á mánanum.
Rúmdarferið hevði m.a. eitt myndatól, ið tók film og myndir, og sendi aftur til jørðina, har tey alsto kundu fylgja við, líka til 149 metra fráveru frá mánanum.
Farið varð sent upp í februar, ikki úr Ísrael, men av Cape Canaveral í USA, har Apollo ánaførini eisini vóru send upp.
Myndin er av mánanum og er tikin av Beresheet.