Tann 23 ára gamli ísraelski ríkisborgarin Tawfik Fukara tók knívin úr lummanum, stutt áðrenn flogfarið hjá El-Al skuldi seta seg í Istanbul. Hann hótti eina flogternu og royndi at sleppa inn í stýrihúsið, men so langt kom hann ongantíð. Teir báðir trygdarmennnir, sum vóru í flogfarinum, lupu á mannin og løgdu hann í hondjørn.
Flogfar nr. 581 hjá El-Al hevði 170 ferðafólk umborð, og flogskiparin boðaði eftirlitinum í Istanbul frá, at ein yvirgangstilburður hevði verið umborð. Turkiska løgreglan møtti mannsterk á flogvøllinum, og tann handtikni varð latin løgregluni, so skjótt flogfarið hevði sett seg. Sambært ísraelskum fjølmiðlum skuldi maðurin seinni latast ísraelsku myndugleikunum.
Strangt eftirlit
Hví Tawfik Fukara ætlaði at ræna flogfarið, var ikki greitt í gjár, men tað at tað eydnaðist einum vápnaðum manni at sleppa við einum ísraelskum ferðamannaflogfari vakti stóran ans í Ísrael.
EL-Al verður mett sum heimsins tryggasta flogfelag, og vápnaðir trygdarmenn eru altíð við flogførunum hjá felagnum. Flogfarið kom úr Ben Gurion-floghavnini í Tel Aviv, sum vanliga verður mett at hava heimsins besta trygdareftirlit, bæði hvat viðvíkir ferðafólkinum og viðførinum. Meðan ferðafólk aðrastaðni kunnu koma ein hálvan tíma undan fráferð, noyðast fólk vanliga at koma tríggjar tímar undan fráferð í Ben Gurion-floghavnini.
At tað kortini eydnaðist einum manni at sleppa inn í flogfarið við knívi hevur tí loypt ótta á nógv fólk í Ísrael, og myndugleikarnir hava tí givið boð um at kanna tilburðin gjølla.
Ikki síðani 1968
Seinast eitt flogfar hjá El-Al varð rænt var í 1968, tá tríggir limir í hernaðarliga palestinska felagsskapinum PFLP rændu eitt flogfar hjá felagnum. Flogfarið var á veg úrt Rom til Tel Aviv, men varð noytt at flúgva til Algeria. Í 39 samdøgur sótu 12 ísraelsk ferðafólk gíslar, til ísraelsku myndugleikarnir gingu við til at lata 15 palestinar fangar leysar í býti við gíslarnar.
Al-Al hevur kortini verið fyri álopum nakrar ferðir síðani. Í 1972 skutu tríggir limir í japanska yvirgangsfelagsskapinum Reyða Herinum 26 fólk og særdu 76 onnur á flogvøllinum í Tel Aviv. Trettan ár seinni, í 1985, myrdu limir í felagsskapinum hjá yvirgangsmanninum Abu Nidal 19 fólk, tá teir lupu á avgreiðslurnar hjá El-Al í Rom og Wien.