Ein maður var í gjár dømdur fyri aðra kynsliga misnýtslu enn samlegu móti einum ungum manni. Tann dømdi skal inn at sita í tríggjar mánaðir, umframt at hann skal rinda manninum 15.000 krónur í endurgjaldi.
Ungi maðurin var 16 ára gamal, tá siðamisbrotið varð framt. Ungi maðurin var so drukkin, at hann ikki var førur fyri at gera mótstøðu, tá tann væl eldri maðurin gjørdi seg inn á hann. Sambært dóminum var maðurin so drukkin, at hann visti ikki, hvat fyrifórst, og tí varð maðurin dømdur sambært grein 218, stk. 2 í revsilógini, sum sipar til kynsliga misnýtslu av einum, ið ikki fær vart seg.
Dómarin legði eisini dent á, at tað var ein munandi aldursmunur á monnunum, at teir vóru í familju og at onnur vóru til staðar, tá brotsgerðin var framd.
Tann dømdi var eisini ákærdur fyri siðamisbrot sambært grein 223 móti sama ungdómi í einum øðrum føri, umframt móti einum øðrum ungum manni. Hann varð fríkendur fyri hesar báðar ákærurnar, við tað at rætturin metti ikki, at maðurin í hesum førum hevði misbrúkt sín aldur og búnaskap í mun til ungu menninar.
Málið hevur verið fyri í Føroya rætti, men tað hevur verið forboð móti at endurgeva nakað av rættarmálinum fyri at verja ungu menninar.