Ein 83 ára gamal maður fekk eitt árs fongsulsrevsing fyri at kynsliga hava misbrúkt tvær 10 ára gamlar gentur.
Tað var fyrst í 2015, at løgreglan byrjaði at kanna eitt mál um siðamisbrot. Ein tá 10 ára gomul genta hevði fortalt mammu síni og nøkrum vinkonum, at ein 83 ára gamal maður hevði gjørt seg inn á hana í einum seyðahúsi á heystið 2014.
Maðurin greiddi í rættinum frá, at víst hevði hann gjørt nakað býtt, sum hann nú fór at bøta fyri, men vildi tó ikki játta seg fullkomiliga sekan í ákæruni.
- Vit sótu og prátaðu og tvætlaðu og so gekk tað ov langt. Tað vardi tó bara eina lítla løtu, vardi ákærdi seg við.
Gentan broyttist nógv
Mamma gentuna møtti sum vitni í rættinum og greiddi frá, at gentan hetta heystið var broytt nógv. Hon hevði ofta ilt í búkinum og svav illa um næturnar. Hon var bangin og hevði nógva fráveru frá skúlanum. Harumframt var atburður gentunar nógv broyttur og førdi hann oftari til illstøðu millum møðgurnar.
Mamman fekk skilti tó betri broytingarnar, tá gentan um jóltíðir segði fyrst ommu síni, síðani mammuni frá, hvat henni var hent.
Gentan er enn merkt av misbrúkinum, hon hevur javnan marruna og svav ofta inni hjá foreldrunum.
Abbadóttirin trínur fram
Meðan løgreglan kannar hetta málið, kemur eitt eldri mál undan kavi. Tá trínur abbadóttir mannin fram og greiðir frá, at abbin eisini misbrúkti seg, tá hon var um 10 ára gomul. Hetta hendi sum oftast, meðan omman var í kirkju.
Eisini her játtar ákærdi, at hann hevur gjørt okkurt býtt, men vil kortini ikki vera við, at hann er farin so langt sum abbadóttirin sigur.
- Tá tú ert góður við børn er skjótt at mussa tey nógv, segði ákærdi.
Frágreiðing mansins bar tó brá av, at hann ikki vildi kennast við ákærurnar og fleiri ferðir mutaði hann ímóti, at hóast hann var gamal, so merkti tað ikki, at genturnar mintust betri enn hann.
Tá maðurin í fjør varð avhoyrdur av løgregluni svaraði hann við at endurgeva eina yrking. Tá talan var um nú 24 ára gomlu gentuna, endurgav 83 ára gamli maðurin fyrsta ørindi í eini yrking hjá J. P. Jacobsen.
- Tað bøtir tú fyri í ár so long, sum bert eina løtu vardi, títt smílist tað burt eina stokkuta stund, ið seinni at hjartanum tærdi.
Tá ákærin spurdi nærri um, hví hann endurgav hesa yrkingina, greiddi maðurin frá, at hann hevði nokk var farin ov langt við, tá hann hevði mussað gentuna.
Brúkti somu framferð
Ákærin kravdi, at maðurin var funnin sekur í báðum ákærunum. Hon vísti á, at abbadóttirin var misbrúkt fleiri ferðir og at ávíst samanfall var í mátanum, hann hevði misbrúkt báðar genturnar, hóast 12 ár vóru millum málini. Hon vísti eisini á, at maðurin hevði koyrt hina gentuna út til eitt seyðarhús, út úr bygdini, har gentan ikki kundi rópa um hjálp, og at ákærdi aftan á leggur trýst á gentuna um ikki at siga nøkrum nakað.
Tá dómur fall í málinum herfyri, fylgdi dómarin tilmælinum frá ákæranum og fann mannin sekan í siðamisbroti móti tveimum gentum undir 10 ára aldur. Maðurin fekk eitt árs fongsulsrevsing, har av fýra mánaðir vóru gjørdir treytaleysir.
Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur, at hon er væl nøgd við dómin frá Føroya rætti, bæði, at ákærdi var funnin sekur í siðamisbroti móti gentunum, og at partur av dóminum var gjørdur treytaleysur.
- Tað er týdningarmikið fyri rættarkensluna í einum lítlum samfelag, at tann seki má sita dómin. Hóast mansin høga aldur, so er annað málið einans knapt tvey ára gamalt. Eg eri tí væl nøgd við, at rætturin metur, at um tú ikki ert ov gamal til at fremja lógarbrotið, ert tú ikki ov gamal at sita dómin heldur, sigur hon.
Hon sigur eisini, at tað er eitt týdningarmikið tekn at senda misbrúkarum, at teir ikki skulu halda, at teir sleppa undan revsing ella einans fáa ein treytaðan dóm.










