Misbrúkti pensjónist at smugla hassj fyri seg

Ein avlamispenjónistur varð dømdur í Føroya Rætti í morgun, tí hann hevði latið seg misbrúka til at hjálpa til at smugla hassj

Tað kann vera dýrt at lata seg misbrúka til at smugla hassj til Føroya.

Tað mátti ein miðaldrandi avlamispensjónistur ásanna í Føroya Rætti í morgun.

Men av tí at talan var um heilt serligar umstøður, slapp maður so bíliga, sum hugsast kundi.

Avlamispensjónisturin var komin í hóslag við ein rúsevnamisbrúkara, sum gjørdi eina roynd at smugla hassj til Føroya.

Hesin rúsevnamisbrúkarin er fastur fúsir í Føroya Rætti fyri brot á lógina um rúsevni, herverk, hóttanir og annað.

Tí kundi hann ikki brúka sítt egna navn, tá ið hann skuldi hava rúsevnini til Føroya, tí fekk posthúsið pakka til hansara, væntaði hann, at løgreglan fór at kanna hann.

Tí gjørdi hann ikki mætari enn at bíleggja hassj úr Danmark ígjøgnum postin í navninum á einum avlamispensjónisti, sum hann kendi.

Tað gjørdi hann uttan at siga nakað sum helst við avlamispensjónistin.


Visti av ongum

Talan var sostatt um góð 80 gramm av hassji, sum komu í postinum til Føroyar í navninum á einum avlamispensjónisti, sum ikki visti av nøkrum.

Men tá ið pakkin var komin, fekk smuglarin lokka avlamispensjónistin eftir pakkanum og tá fekk pensjónisturin eisini at vita, hvat var í.

Tað endaði við, at pensjónisturin fór eftir pakkanum og læt smuglaranum hann.

Men løgreglan fekk frænir av málinum og bæði smuglarin og pensjónisturin vórðu avdúkaðir.

Báðir menninir vóru eisini í Føroya Rætti í morgun.

Avlaminspensjónisturin greiddi frá, at í fyrstuni hevði hann noktað at fara á posthúsið eftir pakkanum, men smuglarin varð blivin við at júka og júka á seg og at enda gav hann eftir, hóast hann tá hevði fingið at vita, at hassj var í pakkanum.

Hann greiddi frá, at hann ræddist smuglarin, tí hann hevði fyrr hótt hann og hann tordi sostatt ikki at standa ímóti. Av tí sama tordi hann heldur ikki at melda, tí hann var bangin fyri, at smuglarin fór at hevna seg.

Í hesum sambandi varð upplýst í rættinum, at smuglarin hevði dóm fyri at hava hótt avlamispensjónistin við knívi.


Útnyttaði avlamispensjónist

Smuglarin var eisini til staðar í rættinum og hann váttaði, at hann átti hassjið og at hann hevði bílagt tað ígjøgnum postinum í navninum á avlamispensjónistinum, uttan at gretta orð fyri honum.

Men hann segði staðfesti eisini, at avlamispensjónisturin fekk ongantíð at vita, hvat var í pakkanum.

Tá ið ákærin spurdi smuglaran beinleiðis um hann helt at tað var rímiligt at “útnytta ein avlamispensjónist” til at smugla hassj fyri seg, váttaði hann, at tað helt hann ikki at tað var.

- Men eg kundi ikki brúka mítt egna navn og onkur skuldi tað vera, segði hann.

Orsøkin til, at hann ikki kundi brúka sítt egna navn, var, at hann var so vælkendur hjá løgregluni fyri brot á rúsevnalógina og hann hevur javnan verið í rættinum fyri tað sama.

Hann staðfesti eisini, at hann skuldi roykja alt sjálvur.


Føldi seg kroystan

Smuglarin varð eisini ákærdur fyri onnur lógarbrot, bæði á rúsevnalógina og revsilógina, men av tí, at hann ikki vildi játta seg sekan í øllum, varð málið útsett, til vitni, sum høvdu verið uppi í, kundi møta.

Àkærin vísti á, at undir vanligum umstøðum, hevði avlamispensjónisturin verðið dømdur at sitið í 20 dagar fyri at hava hjálpt til at smugla.

Men ákærin helt eisini, at talan var um so serligar umstøður, at revsingin átti at verðið treytað, so at maðurin sleppur undan at sita.

Ákærin vísti á pensjónisturin hevði ligið undir fyri smuglaranum og hevði følt seg kroystan til at gera sum hann var biðin.

Men tað frítók hann kortini fyri alla ábyrgd, tí hann kundi havt boðað løgregluni frá undir dulnavni. Hinvegin tænti tað honum til fyrimun, at hann hevði lagt kortini á borðið.

Verjin hjá manninum mótmælti ikki, at maðurin skuldi sleppa undan at sita. Og tók eisini dómarin undir við, tí maðurin fekk eina royndartíð upp á tvey ár og ger hann onki ólógligt hesa tíðina, fellur revsingin burtur. Men fremur hann annað lógarbrot hesi bæði næstu árini, verður hann eisini revsaður fyri hetta misbrotið.

Maðurin er ongantíð revsaður áður.