Misbrúkar landsstýrismaður Hans Pauli Strøm sítt starv?

Útvarpið kundið 2. desembur borðreiða við “hægsta heilsufakliga mynduleika” í landinum, har landsstýrismaður Hans Pauli Strøm metti seg noyddan til at seta vinnumálaráðið til viks og diktera Heilsufrøðiligu Starvstovu hvat tey eiga at gera.

Nú tá menn eru farnir á hestbak ber eisini til at ríða niðarlaga. So niðarlaga, at sleppast kann undir gyrðingarnar og inn á øki hjá øðrum.

Matvørulógin verður umsitin av Heilsufrøðiligu Starvstovu, sum liggur undir Vinnumálaráðnum. Starvstovan tekur sær av til- og frámælum viðvíkjandi mati. Men hvat ger so Hans Pauli so langt uttan fyri sítt ábyrgdarøki.

Jú hann ger tað í sínum einleika sum “hægsti heilsufrøðiligi mynduleiki”. Næsti spurningur er so: er grind og spik ein av teimum stóru heilsufrøðiligu spurningum í dag. Og svarið er sjálvandi nei. Tað eru altso aðrar orsøkir til, at Hans Pauli ríður á fremmandum vøllum.

Kann tað vera, at Hans Pauli hevur ov lítið at gera sum Heilsumálaraðharri?

Er tað nakar trupulleiki, at bíðilistarnir til sjúkrahúsini vaksa sum ongantíð fyrr?

Er tað nakar trupulleiki, at størsta sjúkrahús í landinum liggur lamið og ikki hevur framt ætlaðar skurðviðgerðir í eitt hálvt ár hóast stórstu játtanar øking í søguni?

Er tað nakar trupulleiki, at børn verða fødd árliga við heilaskaða orsakað av royking og alkoholi?

Er tað nakar trupulleiki at 10% av børnunum undir 20 ár hava nú æðraforkálkingar og eru í stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp í ungum aldri orsakað av yvirvekt og at tað bara versnar.

Ein kundi hildið áfram. Men vit og skil er ikki tað, sum hevur merkt orðaskiftið um grind og spik seinastu dagarnar.

Fólk við lítlum og ongum førleika í at meta um samlaða matvandan eru í fremtu røð, og nú er so komin samfelagsfrøðingurin Hans Pauli og hevur gjørt sítt íkast sum heilsumálaráðharri. Enn hevur so sakkunnleikin ikki fingið orðið fyri seg, men er so dyggiliga kroystur undir einum granskara, einum lækna og einum samfelagsfrøðingi.

So lat meg heldur leggja eitt sindur av tilfari fram til metingar. Eg veit, at hetta er ikki lætt og, at granskarar eru als ikki á einum máli, sum ført hevur verið fram. Harafturat er neyðugt við langtíðar granskingum í hesum sambandi, og tær eru fáar. Við øðrum orðum so er grundarlagið ikki tað besta.

Og at enda – hvussu nógvan mat stappa vit ikki í munnin dagliga og hava ikki varhugan av, hvussu skaðiligt tað er, tí tað ikki er granskað. Tað góða við kyksilvur í smáum nøgdum er, at tað er rímiliga væl kannað, og granskarar eru ikki á einum máli.

Far og dongla eitt sindur inni á niðanfyri nevndu síðum og so víðari harfrá.

HYPERLINK "http://lib.bioinfo.pl/pmid:16904865" lib.bioinfo.pl/pmid:16904865

HYPERLINK "http://lib.bioinfo.pl/pmid:18590763" lib.bioinfo.pl/pmid:18590763

HYPERLINK "http://lib.bioinfo.pl/pmid:18400302" lib.bioinfo.pl/pmid:18400302