Misbrúk av gjaldskortum trífaldað

Misbrúk av gjaldskortum er nógv vaksið, men ein einføld skipan skal minka um misbrúkið

Í fjør vóru 104.584 mál um svik við Visa/Dankort gjaldskortum, sum føroyingar í stóran mun eisini brúka.

Blaðið Politiken endurgevur eina frágreiðing hjá donsku løgregluni, sum millum annað snýr seg um svik við donskum gjaldskortum.

– Vit uppliva, at svikarar er meira virknir, og at teirra álop eru meira framkomin, sigur Kaspar Kock Kristensen, leiðari í Nets, við Politiken.

Nets umsitur skipanir við gjaldskortum í Danmark og Føroyum, og sambært Nets var samlaða svikið við donskum gjaldskortum í fjør um 300 milliónir krónur.

Politiken skrivar, at Nets hevur eina einfalda ætlan fyri, hvussu misbrúkið kann minkast. Frameftir fer tað at verða enn meiri vanligt, at fólk, sum brúka gjaldskort á netinum, fáa eina kotu sendandi í sms-boðum. Hendan kotan skal síðani brúkast til at vátta gjaldið.

Við hesum verður roknað við, at svikarar fáa tað truplari við at misbrúka gjaldskort, tí tað er ikki nóg mikið at hava fingið hendur á kortupplýsingum – neyðugt er eisini at hava fartelefonina, sum er knýtt at gjaldskortinum.