– Vit sum andstøða hava skyldu til at lata løgtingið taka støðu til, um tingið kann góðtaka sitandi landsstýrismannin í fíggjarmálum, sigur Poul Michelsen.
Formaðurin í Framsókn sigur, at upplýsingarnar í sonevnda tollmálinum eru uttanfyri tað, ið hann sum politikari kann standa modell til.
– Persónliga haldi eg tað vera neyðugt at reisa eitt misálit fyri at reinsa luftina. Tað er ikki ein spurningur um at telja upp í tær 17 atkvøðurnar, ið eru neyðugar fyri at fáa eitt misálit samtykt. Øll politiska skipanin líður undir hesum málinum, og tað má steðga her, sigur Poul Michelsen.
Formaðurin í Framsókn metir, at álitið á politisku skipanina verður tægað sundur av tollmálinum, har landsstýrismaðurin í fíggjar- og tollmálum støðugt og áhaldandi verður lagdur undir at hava snýtt í tolli.
– Øll politiska skipanin kann ikki gjalda prísin fyri at ein landsstýrismaður er komin í hesa støðuna. Vit mugu koma burtur úr hasum málinum og fáa reinsað luftina, sigur Poul Michelsen.
Hoyr samrøðu við Poul Michelsen við at trýsta á pílin undir myndini.