Misálit á Jørgen Niclasen í morgin

Nógv bendir á, at misálit fer at verða reist á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, tá tingfundurin verður settur klokkan 10 í morgin.

Nógv bendir á, at misálit fer at verða reist á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, tá tingfundurin verður settur klokkan 10 í morgin.

 

Tað er eftir sendingina í Kringvarpinum í gjárkvøldið, at ivi aftur hevur reist seg um, hvørt politiska skipanin kann hava álit á Jørgen Niclasen. Serliga eru tað orðini hjá Jørgen Niclasen á tíðindafundinum í Miðlahúsinum í janaur í ár, har hann segði, at eingin vøra varð tikin av goymslu eftir at hann var greiður yvir, at tollkreditturin hjá P/F N. Niclasen, har hann var stjóri, var uppsagdur.

 

Í sendingin í gjár varð víst á, at vøra varð tikin út eftir at Jørgen Niclasen hevði fingið boðini.

 

Sum skilst verður nú arbeitt við at reisa missálitisuppskot í tinginum í morgin.

 

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at politiska skipanin kann ikki liva við hesum, og hann heldur, at Jørgen Niclasen eigur at leggja frá sær.

 

– Vit hava ongan annan møguleika enn at reisa misálit. So fáa vit at síggja, hvør hevur álit á honum. Og vil samgongan bjarga honum, so hava tey eisini ábyrgdina av honum, sigur Poul Michelsen.

 

Í tíðindunumm á Rás2 nú klokkan 17 verður meira um málið..