Misálit: - Politisk setan av Liljan Weihe

- Rigmor Dam hevur onga heimild til at noyða Kringvarpið at seta Liljan Weihe aftur í starv sum tíðindaleiðari, sigur andstøðan

- Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sambært § 23 í kringvarpslógini ábyrgdina av teirri avgerð, sum Mentamálaráðið hevur tikið í málinum um uppsagda tíðindaleiðaran í Kringvarpi Føroya. Avgerðin hjá landsstýrismanninum um tíðindaleiðaran í Krigvarpi Føroya er púra óhoyrd og uttan nakað fyridømi í okkara rættarskipan yvirhøvur, skriva Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard í uppskotinum um misálit, sum løgtingið fer undir at viðgera um skamma stund.

 

 

Tað var fríggjadagin í farnu viku, at Mentamálaráðið kunngjørdi sína niðurstøðu í málinum um Liljan Weihe og niðurstøðan var, at uppsøgnin varð ógildað og Liljan Weihe harvið varð send aftur til arbeiðis. Og meðan Johnny í Grótinum og Liljan Weihe í morgun hava sett seg við samráðingarborðið í Sortudíki, hava andstøðupolitikarar snikka saman eitt uppskot um misálit á landsstýriskvinnuna, sum eigur ábyrgdina av niðurstøðuni um tíðindaleiðaran.

 

 

- Landsstýrismaðurin hevur við síni avgerð lagt seg út í innanhýsis avgerðarrættin hjá leiðsluni fyri Kringvarp Føroya. Enntá innanhýsis viðurskifti, sum í avgerandi mun hava týdning fyri, hvussu óhefti tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya skal leggjast til rættis. Landsstýrismaðurin hevur onga heimild at leggja seg út í leiðsluviðurskiftini í Kringvarpi Føroya. Grein 23 í kringvarpslógini ásetur, at fyrisitingarligar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin. Sambært viðmerkingunum til hesa lógargrein verður ikki sagt eitt orð um starvsfólkaviðurskifti. Viðmerkingarnar til lógina leggja als ikki upp til, at landsstýrismaðurin kann nýta hesa heimild til tess at “stýra” leiðsluni fyri Kringvarpið, sum annars verður sagt í niðurstøðuni hjá landsstýrismanninum, skriva andstøðu politikararnir.





Víðari siga teir, at landsstýriskvinnan skal í síni kæruviðgerð sjálvsagt virða tann sjálvstøðuga status, sum Kringvarp Føroya hevur sambært § 3 í kringvarpslógini, og tí skal landsstýrismaðurin ikki leggja seg út í innanhýsis leiðsluspurningar í Kringvarpinum.

 

 

- Landsstýrismaðurin hevur givið tíðindaleiðaranum viðhald í kæru síni. Avgerðin er ógildað, og hetta merkir tað sama sum, at eingin avgerð er tikin. Mannagongdin í slíkum málum hevur altíð verið, at málið hereftir verður heimvíst til nýggja viðgerð. Hesa vanligu mannagongd hevur landsstýrismaðurin ikki virt, men hevur í staðin fyri valt at leggja seg beinleiðis út í leiðslurættin hjá stjóranum fyri Kringvarp Føroya. Landsstýrismaðurin tykist í síni málsviðgerð at hava roynt at lagt soleiðis til rættis, at Kringvarp Føroya verður noytt til at seta tíðindaleiðaran aftur í starv. Hetta hevur landsstýrismaðurin onga heimild til, og er hetta tí ein beinleiðis politisk setan av tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya, siga Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Kári P. Højgaard og Bill Justinussen og staðfesta, at hesi viðurskifti gera, at teir ikki longur hava álit á Rigmor Dam.