(mis)brúkið nú Pál

Sigurin hjá Pál Joensen er ein staðfesting av, hvønn mun tað kann gera, um elita sleppur at vera elita

Ítróttarklumma

Ein vanlig fatan er, at Pál Joensen er eitt talent av tí slagnum, sum tað ganga áratíggju ímillum, at vit síggja her í Føroyum.
Men hetta vildi verið ein fúl undirmeting av tí arbeiði, sum liggur aftan fyri framúrskarandi úrslitunum, sum Pál hevur vunnið. Ikki bara í Moskva leygardagin, men sum heild seinastu árini.
Tí eitt er talent. Og sjálvandi hevur Pál góð evni at svimja. Annars hevði hann ikki nakað gullmerki um hálsin.
Men tað er langur vegur frá talentinum og upp á heimstindin. Var talan bara um talent av tí sjáldsama slagnum, so kundu vit bara sóla okkum, meðan vit bíða eftir næsta mega-talentinum, men júst tað er ikki tað, sum Jón Bjarnason velur at gera. Og júst tað er ikki tað, sum Føroyar skulu velja at gera.
Sigurin hjá Páli vísir meira enn nakað annað, at hart arbeiði, trúgv upp á egin evni og enn meira hart arbeiði lønar seg. Og tað hevur eisini lønt seg, at Pál hevur fingið sersømdir til at menna sítt talent. Bæði við skúlagongdini og við stuðulin, sum nú verður latin til úrvalsítrótt.
Og júst her eigur sigurin hjá Páli at brúkast – og kanska enntá misbrúkast. Tær 350.000 krónurnar, sum eru lætnar til svimjingina hjá vágbinginum, eru nevnliga peanuts í mun til tað, sum tær eru verdar fyri føroyska samfelagið. Hóast svimjingin ikki er heimsins mest eksponeraða ítrótt, so hava vit loksins nakað annað enn fótbóltslandsliðið at vísa á, tá umheimurin skal fáa kunnleika til Pál. Og sum grundarsteinur í tjóðarbygging eru sigrar av hesum slag ófatuliga týðandi. Ja – av slíkum slag, at teir ikki kunnu betalast í pengum.
Tí eigur føroysk svimjing og føroysk ítrótt at brúka úrslitið til at vísa á, hvat vit kunnu, um vit bert fáa møguleikan.
Politiski myndugleikin skal aftur og aftur minnast á, hvussu týðandi tað er at skapa røttu karmarnar hjá okkara allarbestu. Minnast á, at hóast samhaldsfesti hevur sjálvsagdar røtur í føroysku mentanini, so eru tað eisini tíðir, har jantulógin skal jarðast. Tá hava tey bestu møguleikan til ikki bara at verða best – men nógv best!