Mirjam er fødd og uppvaksin í Havn, dóttir Juttu og Finnur Hansen. Hon er elst av fimm systkjum, hini eru: Sofus, Rutt, Myrna og Lydia. Eftir lokna skúlagongd fór hon í 1971 á Sjúkrasystraskúla Føroya, og tók hon í 1975 prógv sum sjúkrasystir. Síðan hevur hon arbeitt á A2, føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Hon er gift við Victor Carlsen úr Havn, børnini hjá teimum eru: Vanja, Laila, Barbara og Finnur. Innan andaligan sang hevur Mirjam verið við í fleiri plátuinnspælingum, har hon ofta hevur sungið saman við pápa og systkjum. Eisini hava tey trý systkini, Mirjam, Sofus og Myrna, sungið til møtir og onnur tiltøk hjá hvítisunnurørðsluni í Føroyum. Miriam er eisini dugnalig til handaligt arbeið so sum at seyma, binda og brodera. Hon hevur m.a. gjørt nógvar føroyskar búnar bæði til børn og vaksin.