Mintust teir sjólætnu í Klaksvík

Tó at veðrið kanska ikki var av tí besta fyrra partin av seinnapartinum, so var valt at hava minningarhaldið í Klaksvík úti, heldur enn t. d. í kirkjuni. Veðrið batnaði tó út móti klokkan 15.30, tá ið minningarhald teirra sjólátnu skuldi byrja. Væl av fólki møtti til minningarhaldið.

Orð & Myndir: Dávur Winther

 

Tó at veðrið kanska ikki var av tí besta fyrra partin av seinnapartinum, so var valt at hava minningarhaldið í Klaksvík úti, heldur enn t. d. í kirkjuni. Veðrið batnaði tó út móti klokkan 15.30, tá ið minningarhald teirra sjólátnu skuldi byrja. Væl av fólki møtti til minningarhaldið.

 

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bóðaði vælkomin. Síðani sang Betesdakórið "Gud, ger meg til eitt lítið ljós" og felagssálmurin, "Stýr míni skútu í ódn og logn" varð sungin.

 

Hanus Lassen, skipari flutti fram røða, og eftir hann vórðu kransar lagdir:

Klaksvíkar Býráð: Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Føroya Landsstýri: Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður harmaðist um ikki at kunna møta. Hann var á Syðradali til minningarhaldið har, men báturin, sum skuldi føra hann til Klaksvíkar, fekk maskinskaða, so hann náddi ikki at leggja kransin í gamla Kirkjugarði. Hetta gjørdi tí borgarstjórin fyri hann.

Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan Páll Steinberg, formaður

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arthur Guðjonsson, formaður

 

Betesdakórið sang "Má Harrin tykkum varða" og felagssálmur, "Breið tínar náðiveingir" varð sungin.

 

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini takkaði Hanusi fyri røðuna og Betesdakórinum fyri sangin og at syngja fyri. Eisini takkaði hon teimum, sum høvdu lagt krans, eins og hon takkaði teimum, sum vóru komin saman til vakra siðin at minnast tey, ið farin vóru.

 

Efitr minningarhaldið varð boðið til ein drekkamunn í Betesda.

 

Fólkakirkjan hevur lagt nýggjan navnalista út á heimasíðuna við nøvnum á teimum, sum farin eru.

 

www.folkakirkjan.fo/Default.aspx

 

Sjólátnir í 2013/2014:

Rani í Billustovu, 20 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013

 

Jens Pauli Juul, 22 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013

 

Magnus Pauli Grønagarð, 47 ár, andaðist umborð á Pison 23. jan. 2014

 

Haefundin Hasanah, 34 ár, ættaður úr Indonesia, sló út við garnabátinum Anitu 11. februar 2014

 

Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 08. apríl 2014

 

Sámal J. Debes, 56 ár, andaðist umborð á Stapanum 25. aug. 2014

 

Gunnar Zachariassen, 22 ár, andaðist umborð á Gamla Skálabergi 25. sept. 2014

 

Guðs friður veri við minni teirra.