Tað var ein syrgilig hending, tá sjey mans av Riddaranum sjólótust við Fagranes í september 1927.
Vanligt var, at føroysku sluppirnar keyptu seyð frá íslendskum bóndum, og tað gjørdi skiparin á Riddaranum eisini. Hann hevði keypt frá sama bónda í fleiri ár, so teir kendust væl, eins og ein stórur partur av manningini og bóndin eisini kendust.
Teir keyptu fleiri ferðir gjøgnum túrin ein til tveir seyðir hvørja ferð, og so avroknaðu teir, áðrenn teir fóru heim aftur.
Á ferðini til Bakkafjørðin greiddi Óli Jacobsen, sum var ferðaleiðari á túrinum, gjølla frá hesi syndarligu hending, og fer í komandi Miðvikum at lata lesaran fáa høvi at kunna seg um hana.
Í stuttum fór hendingin fram á tann hátt, at skiparin og sjey av manningini fóru við stóra skipsbátinum inn á Fagranes at avrokna við bóndan har. Teir fóru um 7.30-tíðina, og tá teir høvdu róð hálvan annan tíma, og vóru komnir heilt nær landi. hendi vanlukkan.
Eitt sker var inni móti fjøruni, og tað var skiparin væl kendur við. Veðrið var gott, men knappliga reisti eitt óløgi seg og hálvdi bátin. Ein maður slapp inn undir bátin og fekk um bekkin. Hann dugdi ikki at svimja, og tí var einasti møguleiki fyri bjarging at tvíhalda um bekkin og so vóna tað besta.
Fimm komu aftur
So kom eitt óløgi aftrat, og tað kvetti bátin sundur í tvey.Parturin, har maðurin hekk í bekkinum, vandi framvegis botnin upp, men eitt triðja óløgi snaraði honum runt og rendi hann niðan í fjøruna.
Har eydnaðist tað tí útlúgvaða manninum at klóra sæa niðan á helluna, har hann small um.
Bóndin á Fagranesi hevði varnast, at okkurt var hent við bátinum, og hann var skjótt á staðnum. Útlúgvaði maðurin var síðani fluttur heim á bóndagarðin, har hann fekk fjálg klæði og heita song. Seinni kom fram, at maðurin hevði hingið undir bátinum í fýra tímar.
Eingin annar av bátsmanningini kom aftur á lívi, hóast fleiri teirra vóru stak góðir svimjarar. Heldur ikki sást nakar farvegur eftir hinari helvtini av bátinum, hóast talan var um træbát.
Fimm av teimum sjey líkunum vórðu funnin, meðan tveir ongantíð komu afturí aftur.
Hesir fimm menninir av Riddaranum vórðu so fluttir til Seyðisfirðar, har teir vórðu jarðaðir 6. oktober, eina viku eftir, at vanlukkan hendi.
Hátíðarløta
Skipað var so fyri á feðini, at steðgað varð á í kirkjugarðinum á Seyðisfirði mikudagin seinnapart, har føroyingarnir sungu ein sálma og presturin á Seyðisfirði helt eina stutta røðu. Síðani varð ein kransur lagdur við gravsteinin, sum reistur er yvir teir fimm føroyingarnar, og hendan løtan endaði við, at 85-ára gamli Jákup Mikal Mikkelsen bað Faðirvár.
Jákup Mikal Mikkelsen var ein teirra við á ferðini, sum hevur roynt at rógva út á eysturlandinum í Íslandi. Tað var í 1945.
Tá løtan í kirkjugarðinum var av, varð farið í kirkjuna. Har helt presturin aftur eina stutta guðstænastu, og fýra íslendskar kvinnur sungu nakrar sangir og sálmar.
Hesin parturin av hátíðarløtuni endaði við, at føroyingarnir sungu sálmin »Boðar tú til allar tjóðir«.
Fólk, tú tosaði við, vóru samd um, at hetta var ein stórfingin løta í kirkjuni á Seyðisfirði.