Minningarhald
? Spurningurin er, um hann er eitt minningargald verdur, og alt bendir á, at so er, sigur J.P. Gregoriussen, arkitektur, sum hevur verið við til at skipa fyri hátíðarhaldinum.
? Tað er líkt til, at kvæðini og skaldskapurin annars, ið hann legði frá sær, verða kvøðin enn og framvegis liva á fólkamunni.
Brúðarvísan , Waagen, Tróndarkvæðið og Gentukæti verða nógv kvøðin, og tey eru øll av hond Jóan Peturs.
At hansara kvæði enn liva á mannamunni er ein greið ábending um, at Jóan Petur uppi í Trøð enn hevur ein boðskap at bera okkum, og tí er minningarhaldið uppá sítt pláss.
Eydnaðist væl
Annars eydnaðist tiltakið væl. Har vóru fleiri enn fimm hundrað fólk møtt upp, og so nógvum høvdu fyrireikararnir ikki roknað við. Millum áhoyrararnar vóru bæði bygdafólk og ættarfólk hjá Jóan Peturi.
Umframt at hava latið nógv skrivligt tilfar úr hondum, tók Jóan Petur nógvar myndir, og tær vórðu sýndar fram undir minningarhaldinum. Stórt siðsøguligt virði er í hesum myndum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Eyðun Andreassen, fólkalívfrøðingur, hildu talu við minnisvarðan, sum er reistur yvir Jóan Petur í Kvívík.
? Vit eiga at hjúkla um okkara originalar, segði Høgni Hoydal í sínari røðu, og Jóan Petur var mettur sum serlingur millum síni bygdafólk, tá hann livdi. Tað, sum Jóan Petur tókst við, var ikki serliga nógv virt millum manna.
Skaldið var íðin tjóðskaparmaður, men hann andaðist í 1901, áðrenn tað partapolitiska stríðið av álvara kyknaði í Føroyum.
? Hann var ógvuliga virkin í stríðnum fyri at varveita tað føroyska málið, og tað var eitt av hansara aðalmálum, sigur J.P. Gregoriussen.
? Hann hevur framvegis ein boðskap at bera okkum, sigur J.P. Gregoriussen.