Tíggjutúsundtals fólk løgdu líka í, um tað oysti niður og toran gekk, tá tey í gjárkvøldið vóru við til eitt stórt minningarhald í Hong Kong, sum alsamt fleiri fastlandskinesarar eru partur av.
Hetta er eitt afturvendandi minningarhald fyri tey falnu í hópdrápinum á Himmalska Friðartorginum í Beijing tann 4. juni í 1989, tá onkrastaðni millum 2.600 og 7.000 ungfólk vórðu meidd niður av kinesiskum hermonnum.
Protestsangir, slagorð og minningarorð rungaðu út yvir Victoria Park í Hong Kong, har útivið 150.000 fólk vóru komin saman at minnast tey falnu frá 1989.
Vit eru komin higar fyri at tendra ljós og fyri at syrgja fyri, at hesir ræðuleikarnir ongantíð verða gloymdir, segði Yue Wang Kwong, sum er føddur sama ár, sum hópdrápið var.