Í dag eru 70 ár liðin, síðani ein týskur kavbátur søkti farmaskipið Heklu, sum Eimskipafélag Íslands átti. Skipið var á veg úr Íslandi til Halifax í Kanada, tá tað varð søkt. 14 av teimum 20, sum mannaðu skipið, doyðu.
Í sambandi við 70 ára dagin var forstjórin í Eimskipafelagnum, Gylfi Sigfússon, á Fossvogskirkjugarðinum í Reykjavík í dag og legði krans við minnisvarða teirra, sum doyðu í álopinum.
Hekla var eitt av trimum skipum hjá Eimskipafelagnum, sum týskararnir søktu undir seinna heimsbardaga. Hini bæði vóru Goðafoss, sum varð søktur í november í 1944, og Dettifoss, sum varð søktur í februar í 1945.










