Mintist ikki so nógv

Eldra kvinnan, sum var ein av fýra kníválopnum í Norðdepli 14. juli 2013, mintist ikki so nógv frá hendingini.

Eldra kvinnan, sum var ein av fýra kníválopnum í Norðdepli 14. juli 2013, mintist ikki so nógv frá hendingini.


Tað kom fram í Føroya Rætti seinnapartin, tá kvinnan gav frágreiðing.


Tað vísti seg, at nógv av tí, hon hevði greitt frá fyri politinum stutt eftir hendingina, var slíkt, sum hon hevði hoyrt frá øðrum vitnum. Tað kom fram í rættinum í dag.


Eitt, sum stóð fast í minninum, var, at ákærdi var komininnar í kamarið hjá henni og manninum stutt eftir, at álopna unga gentan var komin hagar, og at ákærdi maðurin hevði lagt seg oman á hana.


Hon segði tó, at hon ikki visti, at hon var stungin, fyrr enn hon reisti seg upp og fór upp á gólvið at standa.


Burtursæð frá tí mintist hon lítið og einki annað enn, at hon hevði rópt á mannin um at vakna, tá unga gentan var komin inn í kamarið, og hon mintist eisini, at unga gentan hevði sagt: Hann kvalir meg!


Restin av frágreiðingini stemmaði ikki heilt við tað, sum maðurin greiddi frá, og burtursæð frá onkrum smáløtum, tá ið maður hennara fór í svart, greiddi hann ógvuliga detaljerað frá tí, ið fór fram í kamarinum hjá teimum báðum eldru í Norðdepli.




Leo Poulsen fylgdi málinum í dag.