Mintist 2260 tøl

Heimsmeistarheitið í at minnast er júst hildið í Kina. Wang Feng, sum var heimsmeitari frammanundan, endurvann heimsmeistaraheitið, tá hann megnaði at minnast 2.260 tøl. Tað skrivar tíðindastovan AP í morgun.

Heimsmeistarin, Wang Feng, sigur, at hann hevur vant 5-6 tímar dagliga seinastu tríggjar mánaðirnar, og hendan venjingin av minninum gjørdi, at hann uppá ein tíma lærdi seg raðfylgjuna av 2.260 tølum, sum vórðu skrivað niður.

Eisini mintist hann raðfylgjuna av 300 tølum, sum vórðu rópt upp, og upp á 5 minuttir lærdi hann seg raðfylgjuna av 500 tilvildarliga valdum tølum.

Fyriskiparin av heimsmeistaraheitinum í góðum minni staðfestir, at menniskjans evni at minnast gerast alsamt betri og betri.