Minstulønin hækkar fyri fyrstu ferð síðani 2019

Í samráð við Trygdargrunn Fiskivinnunnar er minstulønin nú hækka, soleiðis at minstulønin fer frá at verða 1.100 kr. um dagin til at verða 1.275 kr. um dagin.

 

Prísvøksturin í samfelagnum hevur verið høgur seinastu árini og er tað av somu orsøk ein sjálvfylgja, at minstulønin eisini hækkar, og hetta er nú lýst við kunngerð, sum er komin í gildið í vikuni, og verður galdandi frá 1. Januar 2024.

 

 

 

Dennis Holm