Minstalønin skal upp

Avbjóðarin til starvið sum formaður í Fiskimannafelagnum vil hava minstulønina upp á í minsta lagi 1.300 krónur um dagin.

 

Tað sigur Sniálvur Røvilsberg í samrøðu við Grækaris Djurhuus Magnussen í Sosialinum mánadagin:

 

Tað er áhugin fyri fiskivinnuni og fyri sjálvum Fiskimannafelagnum, sum hevur fingið Sniálv Røvilsberg at taka kappingina um formansstarvið upp við Jan Højgaard.

 

– Eg vil gera felagið sjónligari bæði fyri yngri og eldri sjómenn. Fiskimenn skulu til eina og hvørja tíð kunna koma inn á skrivstovuna at fáa at vita, hvørji virðir ella ognir, felagið eigur.

 

Samlagstryggingin

Sniálvur Røvilsberg heldur, at nakað má gerast í sambandi við samlagstryggingina.

 

– Tað kann ikki vera rætt, at menn, sum hava siglt í nógv ár, verða revsaðir, um teir brádliga noyðast at legg jast uppi á landi. Legst ein maður á landi í 6 mánaðir og ikki rindar inn til samlagstryggingina, so fellir hann úr tryggingini. Tað kann ikki vera rætt. Ov lítil kunning hevur verið á hesum økinum, heldur Sniálvur Røvilsberg.

 

– Eg veit um eitt dømi, har ein maður fór í land í 2012. Tá hann ikki hevði goldið fyri samlagstrygging í nakrar mánaðir, fekk hann av tilvild at vita, at hann var í vanda fyri at detta úr skipanini. Sovorðið ber ikki til, sigur Sniálvur Røvilsberg.

 

Hann ætlar sær at kunna nógv betur um samlagstryggingina og at rætta upp á órættvísið í skipanini.

 

– Eg veit dømi um ein mann, sum hevði verið burtur síðan 15 ára aldur. Tá hann sum eldri maður skuldu fáa úr samlagstryggingini, fekk hann at vita frá Fiskimannafelagnum, at har vantaðu 4 mánaðir í. Og her haldi eg, at felagið eigur at vera smidligari, so hesin maðurin kundi fingið eitt sindur, hóast tað vantaðu 4 mánaðir í, heldur Sniálvur Røvilsberg.

 

Minstalønin upp

Sniálvur Røvilsberg heldur tað vera upp á tíðina, at minstalønin verður tikin upp á eitt menniskjansligt stig.

 

– At liggja og bløða úti á havinum fyri spottprís, tað líkist ongum. Ongin hugsar um, at vit liggja og arbeiða 12 tímar um samdøgrið, og fleiri av tímunum eru yvirtíðartímar. Og tú arbeiðir sunnu- og halgidagar, tað hugsar ongin um, sigur Sniálvur Røvilsberg.

 

Hann sigur, at minstalønin í minsta lagi skal upp á 1.300 krónur um dagin.

 

Sniálvur Røvilsberg vil onki siga um, hvørjar møguleikar hann metir seg at hava í formansdystinum við Jan Højgaard. Hann vísir bara á, at nú er hann uppstillaður, og tá hevur tú so ein teoretiskan møguleika.

 

Og sambært Fiskimannafelagnum er seinasta freist at atkvøða á midnátt 30. desember.

 

Atkvøðurnar verða taldar upp 31. desember. 

 

Navn: Sniálvur Røvilsberg

Fødddur: 14. Juli 1968

Bústaður: Heimasandsmaður, búsitandi í Skopun

Giftur: Elzbieta

Børn: Tvey børn

Fyrstu ferð til skips: 15. juli 1985 Havsøka (fyrrv. Gamli Andras). Síðan stórt sæð verið á sjónum

Siglt við: Halle Eggerts, Husby Senior og Havsøka