Minst til føturnar

Nú er stundin komin til at tveita ullintu hosurnar inn aftur í skápið og leita summarskógvarnar og sandálurnar fram aftur. Men áðrenn føturnar aftur skulu fram í ljósið er gott við eitt sindur av fótarøkt.

Tak eitt handklæði, fyll eina balju við heitum vatni, koyr eitt vet at grovum salti í, set teg í ein góðan stól, hvíl teg og lat føturnar njóta 15 minuttir í góðum vatni. Eftir hetta skal harða húðin skubbast av. Tak ein óbrúktan grýtusvamp og skrubba deyðu húðina av. Skola føturnar og smyr tær í góðum kremi.
 Voila  føturnar eru sum nýggjar og klárar til summarið.