Tað er harutíð, og sambært heimasíðuni ”haran.fo”, eru 1453 harur skotnar higartil í ár. Túratalið liggur um 121, og flestar harur eru skotnar í Kvíggjarhamarshaga - 114 harur.
Tað er Eyðfinn Magnussen frá Fróðskaparsetrinum, ið skipar fyri teljingini, og hann heitir á allar harumenn um at skráseta sínar túrar á heimasíðuni, Haran.fo.
Eyðfinn Magnussen er eisini í holt við at kanna litbroytingina hjá føroysku haruni. Hann heitir tí eisini á harumenn um at senda sær myndir av harunum.
- Eg hevði verið sera takksamur, um tit, sum skjóta harur, senda mær myndir av harunum, sum tit hava skotið. Myndirnar skal eg brúka til at kanna litbroytingina hjá føroysku haruni, sigur hann á facebookbólkinum fyri haruskjóting í Føroyum.
Tað eru 4 ting, sum haruskjótararnir skulu hugsa um, tá myndir verða tiknar:
1) Hav nokk av ljósi.
2) Takið myndirnar loddrætt niður á harurnar og so nær, sum tit kunna.
3) Passandi er, um einar fimm harur eru á hvørjari mynd, við einum lítlum gloppi í millum, so liturin á hvørjari einstakari haru sæst týðiliga.
4) Tað er týdningarmikið, at tit taka myndir av ØLLUM harunum, og ikki bara av teimum, sum tit halda vera “sjáldsamar”.
Út frá myndunum kann Eyðfinn Magnussen meta um, hvussu stórur prosentpartur av hvørjari haru er brúnur, og hvussu stórur partur er blivin ljósagráur.