Minst til at flyta klokkuna

Hóast tað ikki er eins heitt, sum tað hevur verið síðstu vikurnar, og kavi hevur aftur lagt seg í fjøllini, so nærkast vit nú av álvara summarinum.


Eitt greitt tekin er, at tað er í nátt, at vit skifta yvir til summartíð.


Tað er klokkan tvey í nátt, at klokkan verður flutt fram til klokkan trý. Sostatt missa vit harvið ein tíma í nátt.