Løgreglan í London upplýsir, at seks sivil fólk eru deyð í álopi. Tríggir illgerðarmenn eru dripnir.
Talan var um tvær hendingar í London, sum høvdu samband við hvørja aðra. Onnur við London Bridge og hin við Borough Market.
Harafturat eru tríggir álopsmenn dripnir av yvirvøldini. Tað upplýsti løgreglan á tíðindafundi.
– Tí verri eru seks sivil fólk dripin. Teir tríggir álopsmenninir vórðu skotnir og dripnir umleið átta minuttir eftir, at vit høvdu fingið fyrstu fráboðanina um álopið, sigur Mark Rowley, varakommiserur hjá Metropolitan Police í London.
Teir tríggir álopsmenninir høvdu falskar bumbuvestar.
London Ambulance Service hevur fyrr upplýst, at minst 20 fólk vórðu koyrd á ymisk sjúkrahús í London eftir álopið.
Harumframt vóru fleiri fólk viðgjørd á staðnum fyri skaðar.
Við London Bridge koyrdi ein hvítur vøruvognur stutt eftir klokkan 22 á fleiri fólk á brúnni. Løgreglan greiðir frá, at vøruvongurin síðani koyrdi til Boroguh Market.
Her lupu tríggir illgerðarmenn úr bilinum og fóru at stinga fólk niður, sigur Mark Rovley.
– Vit halda, at tað vóru tríggir álopsmenn, og at tað eru teir, vit hava skotið, men vit eru so tíðliga í kanningunum, so vit kunnu ikki vera heilt vís í tí, sigur Mark Rowley.
Eygnavitni hava sagt CNN, at tveir av monnunum trongdu seg inn í eina matstovu í Borogh Market, har teir stungu tvey fólk niður.
Allir tríggir illgerðarmenninir vórðu skotnir og dripinir við Borough Market, upplýsir løgreglan.
Framvegis heitir løgreglan á fólk í London um at vera á varðhaldi. Borgerservice hjá danska uttanríkisráðnum heitir eisini á fólk um at seta seg í samband við avvarðandi í økinum í London.
Hendingarnar henda stutt eftir álopið í Manchester, har 22 fólk lótu lív at sjálvmorðsbumbumanni. Tað var blóðugusta álopið í Stórabretlandi síðani 2005, tá 52 fólk doyðu í samskipaðum álopum í samferðsluni í London.
/ritzau/Reuters