Í minsta lagi seks fólk eru deyð, eftir at russiskar bumbur í nátt fullu yvir eina handilsmiðstøð og hús í Podil, sum er býarpartur í norðara parti av høvuðstaðnum Kyiv.
Tað siga tíðindafólk frá tíðindastovuni AFP, sum eru í Kyiv.
Tað var borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sum sambært tíðindastovuni Reuters fyrr um náttina boðaði frá, at eitt russiskt bumbuálop hevði rakt býarpartin.
Russiska bumbuálopið hevði rakt eitt stórt íbúðar- og handilsøki.
– Fleiri spreingingar í Podil-økinum í høvuðsstaðnum, skrivaði Klitsjko á sosiala miðlinum Telegram.
– Sambært teimum upplýsingum, vit hava í løtuni, so eru fleiri heim og ein handilsmiðstøð rakt. Bjargingarlið, læknar og løgregla eru longu á staðnum.
Reuters hevur ikki havt møguleika fyri at vátta upplýsingarnar við fólki á staðnum.
Russland sigur, at tey í morgun fara at lata upp eina leið inn til hersetta býin Mariupol við Svartahavið. Tað skal geva ukrainsku deildunum møguleika at sleppa úr býnum.
Tey skulu fara úr býum »uttan vápn og lóður eftir leiðini, sum er avtalað við Ukraina«, ljóðar frá russiska herinum. Tað skrivar tíðindastovan Tass.
Russland heldur upp á eitt »formligt skriftligt svar« frá ukrainsku stjórnini: at ein leið fer at vera opin frá klokkan 7 til 10 í morgun okkara tíð. Tað vil siga millum klokkan 10 og 12 lokala tíð.
Ukrainski varaforsætisráðfrúan, Iryna Veresjtsjuk vísti í nátt aftur, at tað kemur upp á tal at geva seg yvir.
Nógv tann størsti parturin av Mariupol er lagdur í oyði undir ógvusligu bumbingunum. Tað hevur staðið upp á í tvær vikur. Mett verður sambært BBC, at tað framvegis eru 350.000 fólk inni í býnum.
Sjálvt um Russland noktar, so eru nógv tekin um, at russiski herurin tilvitað hevur lopið á íbúðarøki og sivil mál í Mariupol. Fleiri hundrað eru deyð.
Bretska forsætismálaráðið skrivaði í gjárkvøldið á Twitter, at russisku deildirnar royna at flyta seg uttan um Mykolaiv móti suðuri eftir fleiri ógvuslig álop á býin. Í staðin fara russar at miðsavna seg um stórbýin Odesa við Svartahavið.
/ritzau/










