Eitt ferðafólk er staðfest deytt á staðnum, eftir at tað sunnudagin varð lá undir ísi í einum niðurfalnum íshelli í Íslandi.
Tað skrivar íslendski miðilin RUV í nátt.
Ein annar persónur varð bjargaður av vanlukkustaðnum álvarsliga særdur.
Tvey onnur ferðafólk eru eisini saknað, og sambært íslendskum miðlum í morgun, hevur tað ikki borið til at finna tey enn.
Óhappið hendi, tá ein hópur av ferðafólkum var á vitjan í økinum.
Ein hópur á 25 fólk var ein túr við Breiðamerkurjøkull við ferðaleiðara, tá jøkulin rapaði.
Í fyrstu syftu varð sagt, at tvey fólk vóru bjargað úr vanlukkuni.
- Fýra fólk vóru fangað undir ísinum, tvey fólk eru longu bjargað úr ísinum og hava fingið skaða, sigur løgreglan í landslutinum Suðurland, sambært AFP.
- Leitað verður framvegis eftir teimum báðum fólkunum, sum eru fangað í íshellinum, stendur í fráboðanini.
Í morgun er tí greitt, at ein av teimum, sum varð bjargaður úr íshellinum, varð staðfestur deyður á staðnum.
Fleiri tyrlur eru sendar á staðið, eins og tað eisini eru serútbúgvin bjargingarfólk á veg at hjálpa til við bjargingararbeiðnum við íshellinum, skrivar NRK.
Talskvinnan Hjördís Guðmundsdóttir frá borgaraverjuni váttar fyri RUV, at bjargingararbeiðið er í gongd, men at tað eru sera truplar umstøður við jøkulin.
Tað sama sigur Sveinn Kristján Rünarsson frá løgregluni.
- Bjargingararbeiðið, sum er gjørt nú í leitingini eftir teimum báðum, sum framvegis eru saknað, er í stóran mun gjørt við hond, sigur hann við íslendska miðilin RUV.
Miðlarnir skriva eisini, at stívliga hundrað fólk arbeiða við bjargingarátakinum við íshellið.
Jøkulin, har óhappið hendi, er nærhendis jøkulsvatninum Jökulsärlón, sum er eitt av vælumtóktu ferðamálum Íslands.
/ritzau/