Sambært teimum seinastu tíðindunum úr Bagdad hava tvær sjálvmorðsbumbur kravt 62 mannalív, og 158 fólk eru særd. Irakska løgreglan sigur, at sjálvmorðabumbumenninir koyrdu í bili, og at teir sprongdu bilarnar í luftina tætt við almennar bygningar.
Annar bilurin sprongdist beint við løgmálaráðið, og hin fór í luftina uttan fyri bygningin hjá landspartastjórnini.
Reuters skrivar, at atsóknin í dag er tann ringasta í Bagdad teir báðar seinastu mánaðirnar.