Amrikonsku og kanadisku myndugleikarnir søgdu í nátt, at higartil hava teir staðfest, at ódnarveðrið Sandy hevur kravt 42 mannalív í USA og eitt í Kanada. Men teir gera samstundis vart við, at fleiri fólk eru ikki komin afturíaftur. Frammanundan kravdi Sandy 67 mannalív í Karibiska Havinum.
Í minsta lagi átta milliónir amerikanarar hava ongan streym, og tað fer at taka fleiri dagar at fáa øllum streymin aftur. Harafturat stendur eitt stórt ruddingararbeiði fyri framman, og tað fer at taka fleiri mánaðir, siga myndugleikarnir.
Serfrøðingar hjá tryggingarfelagnum AIR Worldwide halda, at Sandy hevur gjørt skaða fyri millum sjey og 15 milliardir dollarar.