Sýriski andstøðufelagsskapurin Syrian Observatory for Human Rights, sum hevur støð í Bretlandi, sigur, at minst 20 mótmælisfólk og 20 stjórnarhermenn doyðu í samanbrestum í Daraa-økinum har suðuri í Sýrialandi í dag.
Millum mótmælisfólkini, sum fullu, vóru nakrir hermenn, sum eru rýmdir úr stjórnarherinum.
ST vil vera við, at umleið 3.500 fólk hava latið lív, síðani mótmælini ímóti Bashar al-Assad, forseta og stýri hansara byrjaðu í vár.
ES-uttanríkisráðharrarnir samtyktu í dag at herða tiltøkini ímóti Sýrialandi, og jordanski kongurin, Abdullah, mælti í einari samrøðu við BBC í dag al-Assad til at fara undir nýskipanir beinanvegin.