Minst 38 særd av løgreglu í Barcelona

Catalanskur leiðari ákærir sponsku løgregluna fyri at »brúka harðskap ábyrgdarleyst og úti av proportionum«

Catalanskur leiðari ákærir sponsku løgregluna fyri at »brúka harðskap ábyrgdarleyst og úti av proportionum«.


Spanska løgreglan hevur lopið á mótmælisfólk í Barcelona við gummikúlum.

 

Tey flestu av teimum særdu eru komin lættari til skaða, men minst trý hava fingið álvarsligan skaða.

 

– Níggju fólk máttu flytast á skaðastovu at fáa viðgerð. Flestu teirra eru viðgjørd fyri sár, ørlisi og ræðsluherðindi, siga sjúkahúskeldur.

 

Catalanski leiðarin, Carles Puigdemont, ákærir sponsku myndugleikarnar fyri » brúka harðskap ábyrgdarleyst og úti av proportionum«.

 

Stríðsklædd løgreglufólk hava skotið við gummikúlum og tvingað sær atgongd til valstøð, sum eru herðtikin, meðan fleiri túsund fólk eru á gøtuni fyri at atkvøða.

 

Tað kom til harðligar samanbrestir, tá løgreglufólk sperraðu valstøð og løgdu hald á atkvøðukassar fyri at steðga atkvøðugreiðsluni í vælhavandi spanska landspartinum, har umleið 5,3 milliónir fólk eru biðin um at atkvøða.

 

Í miðbýnum í Barcelona lupu løgreglufólk á mótmælisfólk, sum sótu niðri við eitt at atkvøðuhølunum, sum skuldi steingjast, siga eygnavitni.

 

Løgreglufólk lupu eisini á eitt valstað nærindis Girona, har tey brutu vindeygu og glashurðar til atkvøðuhølið, har Puigdemont skulu atkvøða.

 

---

 

Fyri løtu síðani boðaði spanska innanríkisráðið sambært AFP frá, at 11 løgreglufólk hava fingið skaða í Catalonia.

 

ritzau/Reuters