Aftur í dag hava Gaddafi-trúgvar styrkir dripið í minsta lagi ein persón í Misrata, har talið av deyðum er komið upp á 160 eftir einari viku. Í minsta lagi ein persónur er dripin eftir at Gaddafi-trúgvar herdeildir bumbaðu ein bygning í Misrata, sum er ein týðandi háborg hjá uppreistrarmonnunum.
Ein er deyður og óvist er, hvussu mong eru særd av álopinum, men ein er ein 14 ára gomul genta, iå fekk skaða í høvdið og liggur í koma, sigur CNN.
Bumbuálopið rakti ein bygning, sum áður varð nýttur at viðgera tey særdu frá bardøgunum í Misrata. Men sjúklingar og starvsfólk vórðu flutt aðrastaðnis fáar dagar framman undan.
Misrata er triðstørsti býurin í Libya og er seinasta stóra háborgin hjá uppreistrarmonnunum í vestara parti av landinum. Býurin hevur verið kringsettur og undir álopi í vikuvís.